Fartelefonir í ferðsluni ein vaksandi trupulleiki

26.10.2018 - 10:36
InnlendisSamfelag
Fartelefonir í ferðsluni ein vaksandi trupulleiki
Fartelefonir er ein vaksandi trupulleiki fyri ferðslutrygdina, váttar Jan Fossáberg, ferðslupolitistur.

Annarhvør bilførari sigur seg hyggja ofta ella av og á í fartelefonina, meðan koyrt verður.

Tað vísir ein spurnarkanning á heimasíðuni vp.fo, har 1.000 klikk eru komin inn. 

Hvussu umboðandi tølini eru, kann spurnartekn setast við, men at fartelefonir er ein vaksandi trupulleiki fyri ferðslutrygdina, váttar Jan Fossáberg, ferðslupolitistur.

Mong undirmeta, hvussu vandamikið tað er í løtum at vera óuppmerksamur í ferðsluni, tí sannroyndin er, at tað kann samanberast við at hava drukkið rúsdrekka, um skeitast skal á facebook-vangian ella í tekstboðini á telefonini, sigur Jan Fossáberg.

Ein donsk kanning vísir, at koyrir tú 80 kilometrar um tíman og brúkar fýra sekund til at hyggja í fartelefonina, so svarar tað til, at bilførarin hevur koyrt 89 metrar í blindum.

Bótin at tosa í fartelefonin, meðan koyrt verður, er 1.000 krónur.

Danmarks Radio gjørdi eina kanning fyri kortum, har tey funnu meira enn 100 bilførarar, sum koyrdu upp í 200 kilometrar um tíman, meðan tey almannakunngjørdu váðaverkið á Snapchat. 

Hetta er sokallað snapp-koyring.

Tað fekk danskar politikarar at krevja nógv strangari revsing fyri slík brot.

Ein kanning hjá Epinion, sum er gjørd fyri danska Ráðið fyri ferðslutrygd, vísir, at sjey prosent av teimum spurdu viðganga, at tey sms-a og hyggja á facebook, meðan tey sita við róðrið. 

Spurningurin er so, um fólk eru meira erlig, tá tey svara dulnevnt, sum tey gera á heimasíðuni hjá Vágaportalinum, har altso annarhvør sigur seg ofta ella av og á hyggja í fartelefonina, meðan koyrt verður.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. september
RagnarRokk 26.september 2024
180496
Hósdag 26. september
RagnarRokk: Andy Scott um Full Circle
180745
Hósdag 26. september
Brot úr Føroya søgu
181226
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172
Týsdag 24. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181171
Týsdag 24. september
Veðrið
181163
Týsdag 24. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181121