Føroyar kunnu blíva eitt súkkluparadís

Føroyar kunnu blíva eitt súkkluparadís
Sum nú er, er tað ikki nóg trygt at súkkla í Føroyum, men tað ber til at gera tað trygt. Tað sigur Brandur Sjúrðarson, greinari hjá Landsverk.
 
11.07.2025 - 15:52

Tað eru fleiri og fleiri sum súkkla í Føroyum. T.d. hevur Visit Faroe Islands gjørt eitt átak, har tey vísa á súkklutúrar í Føroyum - men hvussu trygt er tað at súkkla á føroysku vegunum?

Summi siga at Føroyar eru eitt súkkluparadís, men sum nú er, er tað bara ikki nóg trygt. Tað sigur Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur og greinari hjá Landsverk og verkætlanarleiðari fyri dagføringina av samferðsluætlanini. 

Landsverk hevur gjørt eitt temablað um "Ábæra ferðslu" - tað eru súkklarar og fótgangarar- eisini kallað bleyt ferðsla. Í temablaðnum eru teirra uppskot og frágreiðingar til hvussu man kann gera føroyska vegakervið meira ábæra ferðsluvinarligt. 

Har er t.d. eitt uppskot um ein knøtt man kann hava uttanfyri tunlar, sum súkklarin trýstir á áðrenn tey súkkla ígjøgnum. So síggja bilførarar á ein ella annan hátt - tað kann vera eitt ljós ella ein skermur - at tey skulu vera eyka varin, tí ein súkklari er í tunlinum.

Har viðmæla tey eisini súkklarum t.d.  at ikki súkkla í meldurtíð, at hava lyktir og endurskin, tá súkklað verður gjøgnum tunlar. 

Landsverk viðmælir at gera súkklubreytir, tí tað er tað tryggasta - men eisini tað kostnaðarmiklasta. Tí kundi man ístaðin gjørt vegøkslir á í minsta lagið 1 m. Vegøkslir eru ein breiðkan av vegnum. sum er til at súkkla á. 

Føroyar hava eitt vegnet á 500km og vegøklir kosta 1,8 mió kr per kilometur. Tað vil siga at tað hevði kostað 900 mió at gjørt hesar vegøkslir allar Føroyar. Tað hevði man gjørt í samband við aðrar vegverkætlanir og asfaltering, og tað hevði tikið 25-30 ár at gjørt tað á øllum vegunum. 

 

Hoyr samrøðuna við Brandur Sjúrðarson niðanfyri.

1753122

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786