Stórhøll má gerast fyrr enn ætlað

28.10.2018 - 14:26
InnlendisSamfelag
Stórhøll má gerast fyrr enn ætlað
Hondbóltssambandið hevur hvørki fíggjar- ella arbeiðsorku at skipa fyri landsdystum uttanlands í nógv ár aftrat, tí má ein stórhøll gerast skjótt.

Føroyska manslandsliðið í hondbólti spældi í gjár landsdyst ímóti Danmark. Heimadysturin varð leiktur í Skjern í Danmark, tí ongin høll er í Føroyum, sum lýkur altjóða krøv til slíkar dystir.

Tað gekk væl at hava hondbóltslandsdystin í Skjern, heldur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya. Og komandi hondbóltslandsdystirnir verða væntandi eisini leiktir uttanlanda, men enn er ikki greitt, um tað verður í Skjern, leggur hon aftrat.  

Komandi árini kann eisini væntast, at t fleiri landsdystir um árið mugu leikast uttanlanda, tí vit ikki hava umstøður til slíkar dystir í Føroyum, sigur forkvinnan.  

Ein stórhøll má byggjast fyrr enn ætlað

Tórshavnar kommuna boðaði herfyri frá, at kommunan er farin undir fyrireikingararbeiðið at byggja stórhøll, ið skal lúka altjóða krøv, so altjóða dystir og altjóða tiltøk kunnu haldast her heima. Men hon verður ikki liðugt við bræði, tí onnur átrokandi mál mugu raðfestast áðrenn, segði Annika Olsen, borgarstjóri, fyri eini viku síðani.

Men Hondbóltssambandið hevur hvørki fíggjarorku ella arbeiðsorku til at skipa fyri landsdystum uttanlanda í nógv ár aftrat. Noyðist hondbóltssambandi at gera tað, so fara pengarnir frá arbeiðnum at menna hondbóltin til umsiting, sigur Gunn Ellefsen.

Tí ber ikki til at bíða í fleiri ár at gera eina stórhøll, heldur hon, og vil tí hava arbeiðið framskundað. Gunn Ellefsen heldur, at eisini landið hevur skyldu at tryggja, at umstøður eru at hava landsdystir í Føroyum, og tí eigur landið eisini fíggja ein part av einari stórhøll, saman við kommununi og privatum íleggjarum.

EM-undankappingardystinum í Skjern seinnapartin var ein tann størsti, sum hondbóltslandsliðið hevur spælt, og endaði við stórtapi til Føroyar. Danska landsliðið, sum telist millum heimsins bestu, vann 35-17 á Føroyum. 

Stórhøllin má framtíðartryggjast

Hóast tað er neyðugt at fara undir eina stórhøll so skjótt sum til ber, so er eisini neyðugt at fyrireika arbeiðið væl, og tryggjað at allir partar verða hoyrdir, soleiðis at høllin verður framtíðartryggjað, og kann brúkast til ymisk endamál, heldur Gunn Ellefsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477