Stórhøllin við Tjarnir letur upp 15. februar

Stórhøllin við Tjarnir letur upp 15. februar
Leygardagin 15. februar letur stórhøllin við Tjarnir upp. Tíðarætlanin heldur, sigur stjórin, sum eisini avdúkar, at ein stór konsert verður í høllini 1. mars
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
05.12.2024 - 19:25

Tann 22. desember í 2022 varð spakin settur í til stórhøllina við Tjarnir í Hoyvík, og 15. februar í 2025 skal eftir ætlan verða opið hús, tá høllin letur upp fyri almenninginum.

Og høllin verður liðug til tíðina. Tað sigur Regin Weihe Dalsgaard, hallarstjóri.

Enn er ymiskt eftir at gera, men í løtuni arbeiða umleið 100 fólk hjá Articon og undirveitarum av lívsins kreftum við at fáa tíðarætlanina at halda.

Ætlanin er, at 15. februar, tá høllin letur upp, verður opið hús, og tá eru øll vælkomin at síggja nýggju stórhøllina.

Vikuskiftið 21.-22. februar verða steypafinalurnar í hondbólti spældar í høllini

 

Symfoniorkestrið og á Stongum, Guttesen og Ravnsfjall

Við stórhøllini við Tjarnir fáa føroyingar eina risastóra høll, sum kann hýsa alskyns stórum tiltøkum alt árið runt, sigur Regin W. Dalsgaard, hallarstjóri.

Leygardagin 1. mars verður eitt stórt konserttiltak í høllini. Við á konsertini verða Føroya Symfoniorkestur, Tinganest/Váðaverk, Marius Ziska og Lea Kampmann. Hetta verður sum vera man størsta innandura konsert nakrantíð á Føroya landi. Pláss er fyri 4.700 fólkum til standikonsertir og 3.700 fólkum til sitikonsertir.

Sjálvur bygningurin er 62x83 metrar stórur og 16,5 metrar høgur. Inni í høllini er 12,5 metra fríhædd.

Eisini uttanfyri høllina er nógv arbeiði gjørt. Parkeringsøkið til høllina er umleið 25.000 fermetrar. Har verða 637 parkeringspláss, íroknað átta parkeringspláss til rørslutarnað umframt níggju parkeringspláss til bussar.

Stórhøllin við Tjarnir kostar 242 milliónir, og fíggjarætlanin heldur. Fíggjað hava Mærsk, Betri, Tórshavnar kommuna, Føroya Løgting og Fólkatingið.

Harumframt hava aðrir stuðlar latið átta milliónir til høllina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687