Norðurlendsku virðislønirnar handaðar í kvøld

Norðurlendsku virðislønirnar handaðar í kvøld
Virðislønir Norðurlandaráðsins verða handaðar í Oslo í kvøld.
Hamferð er í uppskoti til tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum
 
30.10.2018 - 06:28

Jóannes Nielsen, rithøvundur, er í uppskoti til bókmentavirðirslønina fyri yrkingarsavnið Gudahøvd.

Bólkurin Hamferð er í uppskoti til tónleikavirðislønina.

Til barnabókavirðislønina er Bárður Oskarson, rithøvundur, í uppskoti fyri bókina Træið.

Rakul Helmsdal, rithøvundur, er eisini í uppskoti til hesa virðisløn. Tað er saman við rithøvundum Álslaug Jónsdóttir og Kalle Guettler fyri bókina Skrímsli, sum er givin út í Íslandi.

Fyritøkan Green IQ er í uppskoti til umhvørvisvirðislønina.

Meira sæst á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum, hon eitur norden.org.

Heiðurslønarhandanin verður send beinleiðis á her á heimasíðuni í kvøld klokkan 1845, og send í sjónvarpinum beint eftir Dag og Viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283