Seming í morgin

bannari
Seming í morgin
Semingsstovnurin hevur sent boð eftir Ljósmøðrafelagnum og Lønardeildini fyrrapartin í morgin
Sáttmálin hjá ljósmøðrum fór úr gildi fyri meira enn einum ári síðani.
 
31.10.2018 - 10:50

Semingsstovnurin heldur seg nú hava fingið nóg mikið av tilfari til at fara undir veruliga seming millum Ljósmøðrafelagið og Fíggjarmálaráðið fyrrapartin í morgin klokkan tíggju.

Nýggjur sáttmáli skal gerast fyri sáttmálan, sum fór úr gildi 1.oktober í fjør.

Semingsstovnurin hevur eisini sáttmálatrætuna millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Skipara- og Navigatørfelagið um Strandfaraskip landsins og fiskirannsóknarskipið Magnus Heinason.

Tann sáttmálin fór úr gildi 1.oktober í ár.

Men Semingsstovurin ætlar fyrst at royna at fáa ljósmøðurnar og Fíggjarmálaráðið at semjast. 

Fundir hava tó verið millum Semingsstovnin, Fíggjarmálaráðið og Skipara- og navigatørfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025