Spyr um SSL skip

Spyr um SSL skip
Tingmaður spyr løgmann um nýggju ferjuna hjá Strandferðsluni.
 
01.11.2018 - 15:54

Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, spyr nú løgmann, hvussu langt fyrireikingarnar eru komnar við at byggja nýtt skip til Strandferðsluna.

Í viðmerkingum til grein 52 fyrispurningin, sigur Bjørn Kalsø, at í skundi og við lítlari og ongari viðgerð í Løgtinginum, varð samtykt at fara undir at byggja skjóttgangandi tríkilju, ið skal virka sum avloysaraskip hjá Strandfaraskipum Landsins, fyri gomlu ferjurnar, sum eru í flotanum.

Nú løgmaður umsitur samferðslumál eftir at Henrik Old fór frá sum landsstýrismaður, spyr Bjørn Kalsø, um tað ikki hevði verið betra loysnin at slept ætlanini at byggja nýggja glastrevjabátin, og heldur at farið aftur
til ætlanina at byggja nýggjar og hóskandi ferjur til tær farleiðir, ið eftir eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659