B68 hevur fingið nýggjan venjara

B68 hevur fingið nýggjan venjara
Svenn Ó. Olsen skal venja B68 komandi tvey árini
 
07.11.2018 - 10:06

Tað verður Svenn Ó. Olsen, ið skal avloysa Bill Mcleod Jacobsen sum høvuðsvenjari hjá B68.

Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at partarnir hava undirskrivað tvey ára sáttmála.

Svenn Ó. Olsen var í ár ungdómsvenjari í 07 Vestur. Hann hevur fyrr verið hjálparvenjari hjá besta liðnum hjá Víkingi.

B68 flutti niður í næstbestu deildina í 2016.

Í ár var tó sera nær við, at toftamenn fluttu upp í bestu deildina, men teir snávaðu í seinasta umfari.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV