Brúka sjóvarfallið í Vestmannasundi til streym

Brúka sjóvarfallið í Vestmannasundi til streym
SEV og svenskt felag gjørt avtalu um tvær turbinur
Nú verður aftur gjørd ein roynd at brúka sjóvarfallið í Vestmannasundi til at gera streym..
 
12.11.2018 - 13:31

SEV og svenska felagið Minesto hava gjørt avtalu um tvær turbinur, sum skulu gera streym úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi.

Samstarvið er fyrsti partur av eini størri ætlan at taka við enn størri nøgdum av sjóvarfalsorku.

Fyrra tubinan verður væntandi sett upp seint í 2019 ella tíðliga í 2020.

Tann seinna verður sett upp í 2020. 

Minesto, SEV og almennir grunnar fíggja verkætlanina.

Minesto er svensk fyritøka, sum mennir havorkutøkni, og sum hevur til endamáls at minka um umhvørvisávirkanina, sum orkuídnaðurin hevur. 

Hetta verður gjørt við at menna møguleikar at vinna orku úr havinum. 

Minesto hevur patent uppá og hevur vunnið virðislønir fyri Deep Green tøknina, sum verður brúkt í Vestmannasundi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890