Næmingar í fólkaskúlanum tykjast troyttir

Næmingar í fólkaskúlanum tykjast troyttir
Greiða skal nú fáast á, um tímatalið í føroyska fólkaskúlanum skal lækka, ella um skúladagurin skal vera meira verkligur og listarligur.
 
15.11.2018 - 14:07

Summir næmingar í føroysku skúlaskipanini tykjast troyttir, tí skúladagarnir eru langir. Og tað er ein bági fyri hugin at læra.

Tað stendur í frágreiðingini, sum landsstýriskvinnan í mentamálum legði fyri løgtingið fyrrapartin.

Næmingar fáa ov lítið burturúr

Fleiri skúlastjórar hava varhugan av, at næmingarnar fáa ov lítið burturúr verandi tímatali í fólkaskúlanum.

Tí skjýtur Mentamálaráðið upp at seta ein arbeiðsbólk at gera uppskot til tillagingar í tímabýtinum og lærugreinabýtinum í føroyska fólkaskúlanum. 

Tann bólkurin skal millum annað taka støðu til, um kravda tímatalið hjá øllum árgangum skal lækka tveir tímar um vikuna, ella um teir báðir tímarnir skulu brúkast øðrvísi.

Tí tað er ikki nøktandi bara at lækka tímatalið, halda skúlastjórarnir.

Tímatalið í føroyska fólkaskúlanum høgt

Fleiri siga hinvegin, at tað er enn meira umráðandi at broyta tíma- og lærugreinabýtið, so skúladagurin verður meira verkligur og listarligur.

Lærugreinapartarnir í handverki og list eiga at fáa rúmd í undirvísingini, og næmingarnir eiga eisini í størri mun at kunna velja lærugreinir eftir áhuga í tildømis fimta flokki.

Tímatalið í føroysku skúlaskipanini er høgt sammett við hini norðurlondini. Orsøkin er serliga, at tað eru nógvir tímar í donskum.

Og eftir vánaligu Pisa-kanningina í 2006 var eitt av átøkunum at hækka tímatalið í byrjanarundirvísingini sum heild.

Millum annað eru føroysku næmingarnir í miðal 6,3 undirvísingartímar longur í skúla um vikuna í hvørjum einstøkum árgangi enn í Finnlandi.

Endurskoða skipanina

Tað eggjar eisini til at endurskoða hesi viðurskifti við tildømis styttri skúladøgum og víðkaðari tvílæraraskipan, stendur í frágreiðingini.

Í Føroyum er eisini nógv fleiri kravdir máltímar og væl færri listatímar enn í hini norðurlondunum.

Tí er eisini vert at umhugsa, um handverk og list, musisku og kreativu lærugreinirnar eiga at fáa betri sømdir í føroyska skúlanum.

Færri skúladagar

Mentamálaráðið mælir eisini til, at skúladagatalið hjá næmingunum verður stytt eina viku, niður í 193 dagar.

Lærararnir skulu framvegis hava 198 dagar, so teir hava eina viku at eftirmeta farna skúlaár og at fyrireika næsta skúlaár, stendur í frágreiðingini.

Orðaskifti verður um frágreiðingina frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í tinginum mikudagin 21. november. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366