Fótbóltsfeløgini í Suðuroy fara hvør til sítt

Fótbóltsfeløgini í Suðuroy fara hvør til sítt
Fótbóltssamstarvið millum TB, FC Suðuroy og Royn er nú liðugt. TB heldur fram í fremstu deildini.
 
16.11.2018 - 07:31

Fótbóltssamstarvið í suðuroynni er liðugt. Tað varð avgjørt á nevndarfundi millum liðini í gjárkvøldið, skrivar in.fo.

- Tíverri var onki at gera, segði Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy, við tíðindaportalin in.fo eftir fundin.

Kravdu nýtt navn og tveir heimavøllir

Julius Vest og FC Suðuroy ætlaðu annars, at samstarvið skuldi halda fram tó við teirri treytum, at samstarvið skuldi hava við sær millum annað felags roknskap, nýtt felag, nýtt navn og at spælast skuldi bæði í Trongisvági og í Vági.

Men hesi ynskir vóru ikki gingin á møti, og samstarvið heldur tískil uppat. 

- Teir høvdu aðalfundarsamtyktina at halda seg til, og tað var tað, og harvið er samstarvið nú søga, segði Julius Vest við in.fo í gjár. 

TB: Tíðin er ikki búgvin til samanlegging

Formaðurin í TB heldur, at tað er fleiri orsøkir til, at tíðin ikki er búgvin til samanlegging. Millum annað snýr tað seg um pengar. 

- Tað hevur nakað við pengar at gera og hevur eisini nakað við kenslur at gera. Eg haldi sjálvur, at vágbingar eru fínir til nógv ting. Teir hava stórar visjónir og tankar um fótbóltin her suðri. Teir skjóta sjálvir upp, at nú skal alt vera eitt felag og eitt lið, men tað eina liðið skal hava tveir heimavallir at spæla á, og tað dugi eg ikki at skilja, sigur Henrik Thomsen.

Hoyr alla samrøðuna við Henrik Thomsen her

- Hvíl í friði, fótbóltur í Suðuroy

TB heldur sostatt fram í bestu fótbóltsdeildini næsta kappingarár, tí at tað er spæliloyvið hjá TB, sum hevur verið brúkt. 

Sambært in.fo fer FC Suðuroy at halda fram í triðbestu deildini, meðan Royn verður í fjórðbestu deildini. 

Avgerðin hevur elvt til mangt kjakið á sosialu miðlunum, og serliga hava suðringar harmast um avgerðina.

Onkur kallar tað ein sorgardag, meðan onnur siga, at framtíðin hjá Suðuroynni er horvin.

Fyrrverandi venjarin hjá felagsliðnum, Glenn Ståhl, er meiri hvassorðaður á facebookbólkinum, Suðringar. Hann kallar hetta eina gølu og skrivar bart út, Hvíl í friði, fótbóltur í Suðuroy.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. september
"Vit tora ikki at tosa frítt!"
180015
Týsdag 10. september
Norðurljóð 9.september 2024
180452
Týsdag 10. september
Norðurljóð 2.september 2024
180451
Týsdag 10. september
Góðan morgun Føroyar
180427
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. september
Veðrið
180470
Týsdag 10. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
180424
Sunnudag 8. september
3-2
180345
Sunnudag 8. september
Útiguðstænasta úr gjónni við Gjógv
180364
Leygardag 7. september
Veðrið - teknmálstulkað
180295