Týdningarmikið at seta ljós á hetta nú

bannari
Týdningarmikið at seta ljós á hetta nú
Spurningurin, um alivinnan ávirkar botnfiskastovnar og annað djóralív á føroysku firðunum, er alt ov lítið kannaður, viðgongur Høgni Hoydal
 
18.11.2018 - 10:18

- Síðan eg bleiv fiskimálaráðharri, er tað ikki nakað, sum eg havi brúkt orku uppá, men sjálvandi hevur tað týdning, bæði fyri umhvørvið, trivnaðin hjá fólki her á landi, hjá alivinnuni sjálvari og hjá fiskivinnuni sum heild, at vit ganga undan við at hava tær bestu kanningarnar og metingarnar av, hvussu tann samlaða vistfrøðiskipsnin er, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.  

Spurningurin, um alivinnan ávirkar botnfiskastovnar og annað djóralív á føroysku firðunum, er alt ov lítið kannaður. Tað viðgongur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum sigur tað vera týðdningarmikið, at ljós verður sett á hetta nú.

Fara at seta seg saman

Politiskt hevur dentur verið lagdur á at kanna botnfiskastovnarnar á fiskileiðunum kring Føroyar.

Men landsstýrismaðurin fer nú at arbeiða fyri, at firðir og vistskipanir nær landi verða betur kannað, enn tey eru í dag.
- Eg haldi, at eingin ivi er um, at landsstýrisfólkini og stovnarnir sum varða av hesum hava hug til at seta seg saman nú og finna útav, hvussu vit fáa skjalfestingar, granskingar og dokumentatiónspartin uppraðfestan. Og eg hugsi ikki, at tað er nakar, sum fer at mótmæla tí, sigur Høgni Hoydal. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598