Spania og Bretland eru samd um Gibraltar

Spania og Bretland eru samd um Gibraltar
Ósemjan um Gibraltar var ein forðing fyri sáttmálanum um, hvussu Bretland skal fara úr ES.
Mynd: savnsmynd  
 
24.11.2018 - 15:26


Bretland og Spania eru eftir øllum at døma komin ásamt um, hvussu framtíðarstøðan hjá Gibraltar skal avgerast. Tað skal ein talsmaður fyri bretsku stjórnina hava váttað, skrivar týska tíðindastovan, DPA.

Tað hevði verið ein forðing fyri sáttmálanum við ES um, hvussu Bretland skal fara úr samveldinum, um Spania ikki tók undir honum, tí ES londini, sum hava sýtingarrætt, skulu taka undir við avtaluni.

ES forsetin mælir til at samtykkja sáttmálan við Bretland

Stutt eftir at tíðindini bórust um semjuna millum Spania og Bretland, sendi Donald Tusk, ES-forseti, eitt tíðindaskriv út, har hann mælti ES-londunum til at góðkenna sáttmálan við Bretland á toppfundinum í morgin.

Spanina og Bretland komu ásamt um Gibraltar eftir at Donald Tusk hevur tosað við spanska forsætisráðharran, Pedro Sánchez.

Hann skal hava fingið skrivliga trygd fyri leikluti Spania í framtíðarstøðu Gibraltar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203