Almennar verkætlanir skulu vera heilar

Almennar verkætlanir skulu vera heilar
Brúk er fyri heildarhugsan í almenna íløgupolitikkinum í Føroyum, heldur Føroya arbeiðsgevarafelag 
Vegirnir uttanfyri eru ikki við, nú Eysturoyartunnilin verður gjørdur.
 
27.11.2018 - 12:11

Við einari heildarhugsan fæst full nytta burturúr íløgunum, sigur arbeiðsgevarafelagið. 

Felagið nevnir vegirnar í sambandi við Eysturoyartunnilin.

Teir eru nýggjasta dømið um, at heildaratlit verða ikki tikin, tá farið verður undir størri almennar byggiverkætlanir. 

Full nytta

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at høvuðsverkætlan og avleiddar verkætlanir skulu gerast í senn ella innan fyri stutt áramál, so full nytta fæst burtur úr verkætlanini beinanvegin.

Eitt annað dømi eru bústaðirnir, sum mugu útvegast til arbeiðsfólkið, sum ger stórar almennar verkætlanir. 

Samstundis sum tørvur er á bíligum leigubústøðum, verða skúrbýlingar settir upp til arbeiðsfólkið.

Um hesi skúrbýli vórðu bygd við varandi nýtslu fyri eyga, høvdu bústaðirnir kunnað verið yvirtiknir og dagførdir, tá verkætlanin var liðug, og verða brúktir til bíligar leigubústaðir, sigur Arbeiðsgevarafelagið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040