- Tíðindi, mentan og ítróttur
28,4 milliónir til Glasir: Hvar enda pengarnir?
Eftir Vár Jacobsen
Á Marknagilsvegnum stendur ein flottur, stórur bygningur, sum verður kallaður Glasir. Hann verður mettur at vera ein tann flottasti bygningurin í landinum, og talið av næmingum, sum ganga har hvønn dag, er ógvuliga stórt.
Nú skúlin hevur verið í brúk í nakrar mánaðir, hava fólk funnið útav, at tey ofta standa í løgnum, ópraktiskum støðum, har grundleggjandi ting ikki rigga, sum tey skulu. Nú ein eykajáttan aftur er komin uppá tal, eru ymiskar skemtiligar spekulatiónir komnar fram:
Jaja, pengarnir skulu nýtast til rokningar, men come on, hvat skulu teir veruliga nýtast til?
Ov lítlir elevatorar
Skuldi tað hent seg, at tú fært álvarsligan skaða og mást flytast út á børu, so kanst tu gott droyma umaftur. Elevatorarnir rúma nevniliga ikki einari børu. Ætlar tú smella um, so er best at skipa tað soleiðis, at tað hendir á 4. hædd, har beinleiðis atgongd er til høvuðsdyrnar.
“Umskylda, vit vita væl, at tú hevur brotið ryggin og alt, men vit noyðast líka at klappa børuna saman, so hon passar í elevatorin”
Barnatryggjaðar hurðar
Øll vita, hvussu tað kennist at hála í eina barnatryggjaða hurð. Líkamikið hvussu nógv man roynir, so kann hon bara latast upp hinumegin frá. Næmingar siga, at soleiðis kennist tað at ganga á Glasi. Hvør hurð er ein kampur millum tann einstaka og tað óvirkna lásið, og tað er neyðugt at finna sín innara SWAT-mann fram fyri at sleppa inn.
Tey siga ‘overdrivelse skaber forståelse’, men altso skulu pengarnir fíggja teir skaðar, sum vit hava fingið av at skumpa hurðar inn?
Skrellispannir úr gulli
Glasir er “up to date”, sum man vildi sagt. Fínar stovur, og hartil hoyrir eisini fín skrellispann, ikki so?
Skrellispannin er lítil, og botnurin er rundur. Hon er sum ein koppur, ið man gevur lítlum børnum. Hasir sum ikki kunnu leka, tí tað ikki ber til at koppa teir. Hetta merkir, at hon er livandi allatíð, eisini tá man roynir at koyra skrell í.
Ein fuglur sang síðani, at flotta útsjóndin eisini match’aði við prísin.
Er rokningin endiliga komin uppá skrellispannirnar?
Plastkoppar í langar banar
Glasir er ein umhvørvisvinarligur skúli, men tað undrar næmingar á skúlanum, hví plastkoppar í hundraðtali fara vekk hvønn dag, tí hetta er ikki serliga umhvørvisvinarlligt.
Kostar tað 28,4 mió. at planta eitt hugskot um pantskipan?
Bussar fyri allar pengarnar
Sum nú er, koyra fleiri býarbussar framvið Marknagilsvegnum, tá fólk eru liðug í skúla, men nærum eingin av teimum eru til fólk, ið búgva uttanfyri Havnina.
Tá bygdafólk fáa frí, mugu tey fyrst koyra við bussi oman í miðbýin, og hereftir bíða í minsta lagi ein tíma til tey sleppa heim. Fleiri av teimum liva tí í vónini um, at Glasir hevur keypt ein stóran, fínan buss fyri allar pengarnar, sum skal brúkast til at flyta bygdafólk aftur og fram.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |