Útstykkja kommunalt lendi til summarhús í Hesti

Útstykkja kommunalt lendi til summarhús í Hesti
Kunning um byggisamtykt var á borgarafundi í Hesti í gjár
Kommunan eigur lendi í Hesti, sum ætlanin er at útstykkja til summarhús.
 
04.12.2018 - 12:34

Ætlanin er at stykkja út til tíggju-tólv summarhús sunnan fyri bygdina í Hesti.

Eingin byggisamtykt er fyri Hest, men Tórshavnar kommuna hevur gjørt eitt uppskot um bygggisamtykt, sum varð lagt fram á borgarafundi í Hesti í gjár. 

Fólk í oynni kunnu nú gera viðmerkingar til uppskotið, sum síðani verður viðgjørt á býráðsfundi. 

Eftir ta viðgerðina skal uppskotið liggja alment frammi til hoyringar í seks vikur. 

Síðani verður tað sent landsstýrinum til góðkenningar.

Tórshavnar kommuna eigur lendi í Hesti, sum ætlanin er at útstykkja til summarhús.

Strandfarasiglingin varð eisini viðgjørd á borgarafundinum í Hesti í gjár.

Ferðirnar eru ov fáar, halda fólk.

Fundur verður við landsstýrismannin í samferðslumálum um siglingina í januar næsta ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262