Skráseta leigumál sum lúka brunatrygd

Skráseta leigumál sum lúka brunatrygd
Tað verður nú krav, at kommunur skráseta allar leigubústaðir, sum lúka krøv til brunatrygd í kommununi.
 
08.12.2018 - 10:12

Kommunurnar fingu heimild til at skráseta leigubústaðir við nýggju leigulógini, men tær hava ikki tikið av møguleikanum um at fara undir at skráseta leigumál, sum lúka krøv um brunatrygd.

Tí vil Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, at tað verður eitt krav. 

Endamálið við ásetingini er, at forða fyri, at fólk leiga bústaðir, sum ikki eru tryggir móti eldi.

Eftirspurningurin eftir bústøðum er ovurhonds stórur, men lítlar og ongar treytir eru settar til leigubústaðir. Hetta ger, at nógvir leigubústaðir eru sera vánaligir og í summum førum hættisligir. 

Leigunevndin skal eisini uppraðfestast og fær heimild til at taka støðu til leiguavtaluna og órímiligan kostnað. 

Við hesum vónar landsstýrið at fáa ein meiri skipaðan leigimarknað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162