Landsstýrið nógvar broytingar í egnari fíggjarlóg

Landsstýrið nógvar broytingar í egnari fíggjarlóg
Fíggjarnevndin er biðin um broyta nógvar kontur í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2019
Løgtingið er biðið um at broyta uppskotið um fíggjarlóg.
 
10.12.2018 - 12:45

Biðið verður um góðar 3,7 mió.kr. afturat til Skótadepilin á Selatrað, nú fíggjarlógin fyri 2019 skal samtykkjast fyrsta dagin.

Millum nógvu broytingarnar í fíggjarlógini, sum Fíggjarmálaráðið hevur sent Fíggjarnevndini, eru tvær játtanir til Skótadepilin, 750.000 kr. til raksturin og tríggjar milliónir til at bygga út fyri. 

Landsstýrið hevur nógvar broytingar í sínum egna uppskoti um fíggjarlógina um 2019, alt frá kjarnorkutilbúgving til lestrarlán.

Biðið verður um, at 100.000 kr. verða latnar afturat til Vørn, tí neyðugt er at halda mastur og útgerð á Sornfelli viðlíka fyri at kjarnorkutilbúgvingin kann verða virkin. 

Men tey, sum eru í útbúgving, brúka ikki so nógv. Nýtslan í ár sigur, at játtanin til lestrarstuðul kann minka hálva triðju millión í 2019.  

Metingin sigur eisini, at játtanin til lestrarlán kann minka hálva aðru millión.

Berghol til Vestmanna

Berghol til Vestmanna skal fyrireikast, fimm milliónir skulu brúkast til ta fyrireikingina. 

Strandfaraskip landsins hava júst prístryggjað oljuna og hevur tí samanumtikið brúk fyri 4,5 mió. kr. meira næsta ár.

Mett verður eisini, at játtanin til Fróðskaparsetrið kann minka 100.000 kr. 

Sjúkrahúsverkið hevur brúk fyri hálvari aðrari millión afturat til serstakan heilivág næsta ár.

Tann kontan verður 15 prosent størri næsta ár enn í ár.

Orsakirnar eru økt virksemi, hækkaðir prísir og nýggjur heilivágur. 

Eisini sparingar

Men sparingar eru eisini í broytingaruppskotinum. 

Kommunur í Eysturoynni vilja ikki longur vera við í serflutningskipan landsins. Landið sparir 500.000 kr. har.
 
Og ætlanin er sum skilst at hava fleiri prestar í Hoyvík. Biðið verður um, at játtanin til Kirkjugrunnin hækkar 300.000 kr. í sambandi við prestsetan afturat til prestagjaldið í Hoyvík. 

Og løgtingið hevur samtykt at yvirtaka kort- og landmátingarmyndugleikan. 

Tað verður gjørt 1.apríl næsta ár, so útreiðslurnar verða 1,5 mió. kr. í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084