Yvirtøka samtykt við stórum meiriluta

Yvirtøka samtykt við stórum meiriluta
Løgtingið hevur endaliga samtykt at yvirtaka kort- og landmátingarmyndugleikan
Nú skulu føroyingar sjálvir gera kort av Føroyum.
 
10.12.2018 - 13:13

Løgtingið hevur endaliga samtykt við stórum meirluta at yvirtaka kort- og landmátingarmyndugleikan.

Hóast danir gjørdu vart við, at avgerðin um yvirtøkuna skal bíða, varð hon samtykt við stórum meiriluta í løgtinginum.

Danir skilja støðuna soleiðis, at bíðast skal eftir arbeiðsbólkunum við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar, sum eru settir at fyrireika yvirtøkuna, ein er fyri landkort og ein fyri sjókort. 

Serliga hugsa danir um, at markamótið millum kort- og landmátingarmyndugleikan og verjumál skal lýsast nærri fyri yvirtøkuna. 

Løgmansskrivstovan hevur eina aðra fatan. Hon sigur, at bólkarnir skulu fyrireika sjálva yvirtøkuna, ikki avgerðina um yvirtøkuna.

Lógin um yvirtøkuna kemur í gildi 1.apríl næsta ár, sjókortini tó ikki fyrr enn 1.januar í 2020.

Mett verður, at tað fer at kosta 2,6 mió. kr. um árið at yvirtaka landkortini og 5,6 mió. kr. at yvirtaka sjókortini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590