Fýra minnilutar og broytingaruppskot um Postverkið

Fýra minnilutar og broytingaruppskot um Postverkið
Fýra minnilutar og broytingaruppskot komu úr Vinnunevndini, tá hon skrivaði álit um uppskotið um at einskilja P/f Postverk Føroya
Postverkið verður væntandi einskilt, men ikki uttan treytir.
 
15.12.2018 - 09:56

Fýra minnilutar og broytingaruppskot komu úr Vinnunevndini, tá hon skrivaði álit um uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at einskilja P/F Postverk Føroya.

Landsstýrismaðurin ætlar at selja partabrøvini hjá landinum í Postverkinum.

Bjørt Samuelsen, Bjarni Hammer og Ingolf S. Olsen hava eitt broytingaruppskot um veitingarskylduna hjá Posta. Hon skal vera í minst tíggju ár eftir søluna og ikki bara í tíggju ár, sum uppskotið sigur.

Annars hava tey nógvar viðmerkingar um uppskotið hjá landsstýrismanninum. Samgongufólkini í Vinnunevndini gera vart við, at nógvar treytir eiga at verða loknar, áðrenn einskiljingin verður framd.

Millum annað skal landið framvegis gera av, hvørjar myndir vera á frímerkjunum.

Eisini útlendskir pengar 

Jákup Mikkelsen og Jørgen Niclasen taka undir við at einskilja P/f Posta, tó at ætlanir landsstýrismansins um sølutilgongd tykjast vera ov avmarkandi. 

Fólkafloksmenninir halda, at eisini feløg, sum hava útlendskan kaipital, eiga at sleppa at keypa Postverkið.

Uppskotið sigur, at bara føroyskir keyparar sleppa at bjóða. 

Posta hevur sjey kappingarneytar. Útlendskir pengar eru partvíst ella heilt í seks teirra, siga Jákup Mikkelsen og Jørgen Niclasen.

Onnur viðgerð avgerandi

Bjørn Kalsø sigur, at hann tekur støðu í tingsalinum. Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla verða mánadagin.

Bjørn Kalsø sigur, at onnur viðgerð verður avgerandi fyri, um hann tekur undir við uppskotinum hjá Poul Michelsen ella ikki. 

Tann einasti í Vinnunevndini, sum bart út sigur, at hann ikki vil einskilja Postverkið, er Kári P. Højgaard.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650