Eingi stykki til vinnuna at byggja á

Eingi stykki til vinnuna at byggja á
Býráðið samtykt, at umsitingin arbeiðir við ítøkiligum ætlanum
Fólk í Kaldbak mótmæla vinnuøkinum á Sundi.
 
15.12.2018 - 14:40

Havnini vantar øki til vinnuna at byggja á.

Í løtuni hevur kommunan eingi vinnustykki á sølulista. 

Øll stykkini á Skarðshjalla eru seld ella umbiðin, tó við undantaki av stykkjunum, sum verða brúkt til go-kart virksemi. 

Umframt at áhugin fyri vinnustykkjum á Skarðshjalla er stórur, hevur kommunan í løtuni ítøkiligar fyrispurningar frá trimum áhugaðum keyparum. 

Tórshavnar kommuna kannar tí møguleikarnar fyri at útvega lendi til fleiri stykki.

Málið var fyri á býráðsfundi hóskvøldið. 

Ítøkiligar ætlanir

Har samtykti býráðið, at umsitingin hjá kommununi kannar møguleikarnar at keypa lendi til at víðka um vinnuøkið í Vika, arbeiða víðari við framtíðar vinnuútstykkingum á Ovara Hjalla og gera ítøkiligar ætlanir um hesi økini.

Kommunan hevur arbeitt við einari vinnuútstykking á Velbastaðvegnum, men hevur einki lendið tøkt har.

Samráðingar hava verið um keyp við tey, sum eiga lendið, men einki er komið burtur úr. 

Onkrir eigarar vilja ikki selja fyri tað, sum kommunan sigur er nøktandi prísur. 

Kommunan hevur eisini arbeitt við eini verkætlan Á Ovara Hjalla, sum millum annað umfataði eina brennistøð fyri alt landið.

Glyvurnes er eisini nevnt. 

Men har er ætlanin at gera ein ítróttar- og mentanardepil, sum ferðavinnan eisini gerst partur í. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286