321 milliónir úr fiskivinnuni í landskassan

321 milliónir úr fiskivinnuni í landskassan
Nýggjasta metingin hjá fiski- og fíggjarmálaráðnum er, at fiskivinnan fer at geva 321 milliónir krónur í beinleiðis inntøku til landskassan næsta ár
 
17.12.2018 - 09:36

Fiskivinnan fer at geva 321 milliónir krónur í beinleiðis inntøku til landskassan næsta ár. Tað er nýggjasta metingin hjá embætisfólki í Fiskimálráðnum og Fíggjarmálaráðnum.

Metingarnar taka støði í lógini um sjófeingi og lógaruppskotinum um veiðigjald, sum landsstýrismaðurin legði fyri tingið í síðstu viku, har kilogjald á uppjóvarfisk heldur fram eisini næsta ár.

Sambært eini meting hjá Hans Ellefsen, ráðgeva í Fiskimálaráðnum, fær landskassin 175 milliónir krónur í inntøku frá uppboðssølu av fiskirættindum næsta ár.

Metingin byggir á upphæddirnar, sum rættindi vórðu seld fyri á uppboðssølunum fyrr í ár, og at rættindi á Flemish Kap verða seld fyri eina krónu kilo.

Í síðstu viku gjørdist greitt, at verandi veiðigjøld halda fram eisini næsta ár. Tað merkir, at veiðigjaldið verður eina krónu fyri hvørt kilo av makreli, 75 oyru fyri kilo av norðhavssild og 20 oyru fyri kilo av svartkjafti. Talan er um hvørt fiskað kilo í rundari vekt.

Veiðigjøldini geva, sambært metingini hjá Fiskimálaráðnum, tilsamans 147 milliónir krónur í landskassan næsta ár.

Fíggjarmálaráðið tekur metingina úr Fiskimálaráðnum til eftirtektar í síni nýggjastu inntøkumeting. Ráðið staðfestir, at sambært fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram síðst í september, skal fiskivinnan geva 355 milliónir í landskassan. Tað eru 34 milliónir meira enn nýggjasta inntøkumetingin.

Men embætisfólkini í Fíggjarmálaráðnum siga, at aðrar inntøkur geva tilsamans 35 milliónir krónur afturat, og tí verða samlaðu inntøkurnar kortini á sama støði, sum upprunaliga mett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941