Manchester United og PSG skulu hittast

Manchester United og PSG skulu hittast
So er avgjørt, hvørji lið skulu hittast i komandi knock-out-umfarinum í Champions Leauge.
 
17.12.2018 - 11:04

 

Klokkan 11 byrjaði lutakastið til 1/8 parts-finalurnar í Champions League-kappingini.

Tey 16 liðini, sum spældu seg víðari úr bólkaspælinum, hava nú fingið at vita, hvat teirra mótstøðulið í fyrsta umfari í knock-out-kappingini verður.

Hesi eru Barcelona, Bayern Munich, Borussia Dortmund, FC Porto, Juventus, Manchester City, Paris Saint-Germain, Real Madrid, Ajax, AS Roma, Atletico Madrid, Liverpool, Lyon, Manchester United, Schalke og Tottenham Hotspur.

Lið, sum endaðu nummar eitt í teirra bólki, skulu hitta lið, sum endaðu nummar tvey í teirra bólki. Men lið úr sama landi kunnu ikki hittast. 

 

Bólkavinnarar:

Bayern Munich, Borussia Dortmund, FC Barcelona, FC Porto, Juventus, Manchester City, Real Madrid og Paris Saint-Germain.

Hesi lið kunnu ikki møta hvørjum øðrum í fyrsta lutakastinum.

Nummar tvey:

Ajax, AS Roma, Atletico Madrid, Liverpool, Lyon, Manchester United, Schalke og Tottenham.

Hesi lið kunnu heldur ikki møtast í 1/8 parts finalunum


Lutakastið gjørdist:

FC Schalke 04 - Manchester City
Atletico Madrid - Juventus
Manchester United - Paris Saint German
Tottenham - Borussia Dortmund 
Lyon - Barcelona
Roma - Porto
Ajax - Real Madrid
Liverpool - Bayern Munchen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576