Skattafrádráttur kann elva til spekulatión

bannari
Skattafrádráttur kann elva til spekulatión
Fíggjarnevndin ávarar um at hækka skattafrádráttin fyri leiguinntøkur heilt upp í 150.000 krónur, tí tað kann trýsta sethúsaprísirnar uppeftir
 
18.12.2018 - 08:06

Ætlanin hjá landsstýrinum um at hækka skattafría loftið at leiga út bústaðir, úr 50.000 krónum upp í 150.000 krónur, kann føra til spekulatión.

Tað er niðurstøðan hjá fíggjarnevndini í løgtinginum.

Uppskotið um at hækka skattafrádráttin var annars partur av bústaðarpakkanum hjá landsstýrinum, og endamálið við uppskotinum var at eggja fólki til at langtíðarleiga bústaðir, sum annars standa tómir, og harvið bøta um bústaðarneyðina.

Men úrslitið kann gerast júst tað øvugta, heldur fíggjarnevndin.

Nevndin sær fyri sær, at skattafría markið eisini kann hava við sær, at munandi fleiri bústaðir verða keyptir við útleigan fyri eyga. 

Avleiðingin verður øktur eftirspurningur og enn hægri sethúsaprísir. Og tann gongdin tænir ikki teimum, sum frammanundan hava trupult við at fáa føtur undir egið borð.

Tí mælir nevndin til, at skattafría markið í fyrsta umfari bert verður hækkað til 100.000 krónur, og at broytingin í fyrsta umfari bert verður galdandi í trý ár.

Áðrenn hesi trý árini eru farin, skal metast um, hvørt broytingin livir upp til sítt endamál, og um jaliga ávirkanin vigar upp ímóti møguligum neiligum fylgjum av broytingini.

Breiður meiriluti av løgtinginum tók undir við broytingaruppskotinum frá fíggjarnevndini, og samtykti í gjár at hækka skattafrádráttin úr 50.000 krónum upp í 100.000 krónur. 

Málið skal til 3. viðgerð, áðrenn tað er endaliga avgreitt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591