Misálit lagt fram móti Rigmor

Misálit lagt fram móti Rigmor
Formenninir í andstøðuflokkunum hava lagt fram uppskot um misálit
 
19.12.2018 - 18:49

Andstøðuflokkarnir siga seg ikki hava álit á, at játtaðir pengar vera brúktir til endamálið, so leingi sum landsstýriskvinnan ikki vil taka politiska ábyrgd. 

"Síðani málið um óheimilaðu meirnýtsluna kom fram alment, hevur landsstýrismaðurin ferð aftan á ferð sagt ábyrgdina frá sær, hóast hon gekk á odda, tá skúlin varð tikin í nýtslu í summar. Løgmaður, ið hevur eftirlit við landsstýrismonnunum sambært § 33, stk. 2 í Stýriskipanarlógini, vil kortini ikki staðfesta ábyrgdina av meirnýtsluni. Hann letur bara standa til. Pengar eru brúktir í heimildarloysi. Hetta er ólógligt. Løgmaður eigur at røkja sína eftirlitsskyldu, men tað ger hann ikki. Løgmaður hevur í miðlunum víst til Landsverk, ið hevur givið arkitektunum skyldina. Í dag er stjórin í Landsverki loystur úr starvi, fyri at løgmaður skal sleppa undan at taka politiska ábyrgd. Hetta er at rætta bakara fyri smið, sum løgmaður so væl segði í fjølmiðlunum." stendur m.a. í misálitisuppskotinum, sum kann lesast niðanfyri. 

Atkvøðast skal um misálitið seinni í kvøld, tá fíggjarlógarviðgerðin er liðug. Tað fer væntast at verða umleið kl 22. 

Verður dagført.

Misálitið kann lesast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961