Samherji vónsvikin: noyðist úr føroyska flotanum

Samherji vónsvikin: noyðist úr føroyska flotanum
Tað kemur óvart á íslendska stórfelagið Samherja, at føroyingar ætla at siga upp Hoyvíkssáttmálan 
Framherji eigur millum annað nótaskipið Høgaberg.
 
21.12.2018 - 07:16

Tað kemur óvart á íslendska stórfelagið Samherja, at føroyingar ætla at siga upp Hoyvíkssáttmálan. 

Tað sigur Kristján Vil­helms­son, ­stjóri í Sam­herja, við Morgunblaðið. 

Samherji eigur 30 prosent í føroyska reiðaríinum Framherja í Fuglafirði.

Kristján Vil­helms­son sigur, at felag hansara er vónsvikið, tí nú noyðist tað at selja lut sín í føroyska fiskiskipaflotanum fyri 1.januar 2025. 

Kristján Vil­helms­son væntar eisini, at Samherji noyðist at selja lut sín í frystigoymsluni Berg­frosti í Fuglafirði.

Trygd fyri endurgjaldi

Íslendska stjórnin krevur, at landsstýrið veitir trygd fyri endurgjaldskravi til felagið Samherja, tí felagið skal úr føroyska fiskiskipaflotanum.

Tað vil landsstýrið tó ikki gera, fyrr enn tað er prógvað, at felagið hevur rætt til endurgjald.

Støðan er í løtuni tann, at Hoyvíkssáttmálin verður sagdur upp 1.januar.

Løgtingið hevur givið landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, loyvi til tess.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961