Fólkatingið samtykt at seta nevnd um Arktis

Fólkatingið samtykt at seta nevnd um Arktis
Fólkatingið samtykti endaliga í gjár at seta eina nevnd at vera við í politiska samstarvinum um Aktis, norðurpólsleiðina
14 fólkatingslimir skulu viðgera Aktis.
 
21.12.2018 - 07:45

Fólkatingið samtykti endaliga í gjár at seta eina nevnd at vera við í politiska samstarvinum um Aktis, norðurpólsleiðina.

Eingin atkvøddi í móti uppskotinum til samtyktar.

Eftir broytingaruppskoti frá Sosialdemokratunum vera 14 fólkatingsfólk og ikki 12 í nevndini.

Flokkurin helt, at tá fýra sessir eru markaðir fólkatingsfólkunum úr Føroyum og Grønlandi, eru bara átta eftir til hini í fólkatinginum. Og tað er ov lítið, helt flokkurin. Og tí tók fólkatingið undir við.

Yvirskipaða endamálið við nevndini er at styrkja arbeiðið hjá fólkatinginum um Arktis. 

Tey 14 fólkini í  nevndini verða ikki vald fyrr enn eftir fólkatingsvalið næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025