Eimskip hevur skrásett bingjuskipini í Føroyum

Eimskip hevur skrásett bingjuskipini í Føroyum
Íslendska skipafelagið Eimskip hevur flutt bingjuskipini Goðafoss, Detti­foss, Lag­ar­foss og Sel­foss í FAS, føroysku altjóða skipaskránna
Bingjuskipini hjá Eimskipi eru nú smápartafeløg í Føroym.
 
28.12.2018 - 12:03

Íslendska skipafelagið Eimskip hevur flutt bingjuskipini Goðafoss, Detti­foss, Lag­ar­foss og Sel­foss í FAS, føroysku altjóða skipaskránna.

Tey vórðu áður skrásett í St.John á oynni Antigua í Karibiahavinum.

Dótturfelagið, Faroeship í Føroyum, er skrásett at eiga tey fýra bingjuskipini, sambært upplýsingum frá Eimskipi.

Felagið sigur, at skipaskrásetingin í Íslandi kann ikki kappast við ta í Føroyum. Tí eru skipini skrásett í Føroyum. 

Sambært Teyggjuni eiga smápartafeløg, sum eita tað sama sum skipini og við orðinum Line aftanfyri skipsnavnið, tey fýra bingjuskipini.

Eitt annað útlendskt farmaskip, Northern Ocean, sum varð skrásett í FAS og hevði heimstað í Nólsoy, er selt til Danmarkar og farið úr FAS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938