Loyvi at ala tara og skel skjótt leys at søkja

Loyvi at ala tara og skel skjótt leys at søkja
Nú fer skjótt at bera til at søkja um loyvi til at ala tara og tvískel á Kaldbaksfirði, Gøtuvík, Skálafirði og Funningsfirði
Kræklingur er tvískel.
 
03.01.2019 - 09:35

Nú fer skjótt at bera til at søkja um loyvi til at ala tara og tvískel á Kaldbaksfirði, Gøtuvík, Skálafirði og Funningsfirði.

Og menningarloyvi fæst til at ala laks og síl við nýggjari tøkni eystan fyri Nólsoynna og í Kaldbaksfirði.

Søkjast kann eisini um loyvi at ala laks og síl á landi við Kaldbaksfjørð. 

Vinnumálaráðið hevur sent nakrar kunngerðir, sum byggja á alilógina, til hoyringar.  

Bara eitt loyvi verður latið til hvørja aling.

Áðrenn loyvini til at ala tvískel verða boðin út, ger Heilsufrøðiliga starvsstova kanningar við atliti at matvørutrygd. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558