Okkum dámar best í flokki

24.01.2019 - 01:23
InnlendisHeilsa
Okkum dámar best í flokki
Tað eru orsøkir til, at vit menniskju hava lættari við at fara í biograf ella út at eta saman við øðrum enn einsamøll, sigur sálarfrøðingur

- Vit menniskju stremba eftir at vera saman við øðrum, heilt frá byrjan. Vit hava tørv á relatiónum.

Tað sigur Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, í samrøðu, sum var send í sendingini Leygardagur.

Seinastu árini er samfelagið broytt soleiðis, at tað ikki altíð er neyðugt at vera fleiri, tí fólk til dømis klára seg fíggjarliga hóast tú stendur einsamallir. Og sjálvt um tað kann vera gagnligt fyri fleiri, er tað ikki treytaleyst so. Tað kann t.d. gerast ein trupulleiki fyri samfelagið, millum annað tí størri trýst kemur á bústaðarmarknaðin.

Lurta eftir allari samrøðuni her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV