Seta luppin á avkastið hjá pensjónsfeløgum

23.01.2019 - 17:44
InnlendisPengar
Seta luppin á avkastið hjá pensjónsfeløgum
Politikarar og Tryggingareftirlitið fara at halda eyga við úrslitunum hjá føroysku pensjónsfeløgunum næstu tíðina.

Tað er ikki í lagi, at føroysku pensjónsfeløgini fáa verri avkast enn tey donsku. Heldur hetta fram, mugu við umhugsa at lata meira upp fyri kapping, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Ein kanning hjá Tryggingareftirlitinum avdúkar, at íløguavkastið í donskum pensjóns- og tryggingarfeløgum er nógv størri enn í teimum føroysku.

Hetta kann fáa týdning fyri tað, sum fólk fáa útgoldið við pensjónsaldur, sigur Jógvan Thomsen, stjóri í Tryggingareftirlitinum. Eftirlitið fer nú at kanna onnur viðurskifti hjá feløgunum, millum annað umsitingarkostnaðin.

Nógv viðurskifti hava darvað virkseminum hjá føroysku pensjónsfeløgunum, millum annað forskattingin av pensjónum, sigur stjórin hjá LÍV, Jan Jakobsen.

Tíðarskeiðið, sum kanningin fevnir um, er ov stutt og gevur ikki eina rættvísandi mynd, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hevur pensjónir og eftirløn í LÍV. Felagið eigur eisini part av felagnum.

Føroyingar eiga sjálvir at avgera, hvar teir hava sínar pensjónir, halda Kim Hansen, tryggingarráðgevi, og Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í BankNordik. Tann rættin hava føroyingar ikki í dag, tí lógin ásetur, at pensjónin skal sparast upp í Føroyum.

Radarin viðger, hví føroysk pensjónsfeløg hava verri íløguavkast enn tey donsku, og hví føroyinar skulu noyðast at spara upp, har avkastið er verri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558