Danska reglur um koyring og hvíld í Føroyum

Danska reglur um koyring og hvíld í Føroyum
Danskar reglur um koyri- og hvílitíðir hjá teimum, sum koyra stórar lastbilar, skulu eisini galda í Føroyum
Nú verða bingjurnar fluttar við bilum millum oyggjar.
 
30.01.2019 - 09:11

Danskar reglur um koyri- og hvílitíðir hjá teimum, sum koyra stórar lastbilar, skulu eisini galda í Føroyum.

Men neyðugt er at broyta ferðslulógina fyrst. 

Samferðslumálaráðið hevur sent lógarbroytingina til hoyringar.

Sambært lógarbroytingini kann landsstýrisfólkið áseta reglur um koyri- og hvílutíðir og kann gera av, at reglur um koyri- og hvílutíðir, sum danski ferðslumálaráðharrin ásetur, heilt ella partvíst skulu galda í Føroyum.

Samferðslumálaráðið sigur, at Føroyar eru farnar frá at vera eitt samfelag, har neyðugt var at sigla millum flestu oyggjar, til at verða eitt samfelag, sum er knýtt saman í einum vegakervi við undirsjóvartunlum.

Tí er mesti farmaflutningurin nú við lastbilum op treylarum og ikki við skipum.

Og tey, sum koyra hesar lastbilar, skulu nú hava lógarásettar reglur um, hvussu leingi, tey kunnu koyra í senn, og hvussu leingi, tey skulu hvíla seg millum ferðirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815