Archibald hevur skarað framúr

03.02.2019 - 11:31
Lívsstílur
Archibald hevur skarað framúr
Listamaðurin Archibald Black varð í gjárkvøldið heiðraður við Listavirðisløn Nólsoyar Páls í Spinnarínum í Klaksvík.

Nógv varð gjørt burtur úr, tá fjøllistamaðurin Archibal Black í gjárkvøldið varð heiðraður við Listavirðisløn Nólsoyar Páls hjá Klaksvíkar býráð. 

Umframt talur, so vóru eisini fleiri tónleikaframførslur, eitt nú við Hamraduni. 

Hetta var fimta árið, at Klaksvíkar býráð í samstarvi við vinnulívið í økinum lat listavirðislønin, sum er 75.000 krónur, til eitt lokalt listafólk, sum á ein hvønn hátt skarðar framúr. 

Talan var veruliga um eitt upplagt val, helt Jógvan Skorheim, borgarstjórin, tí Archibal Black í løtuni er í holt við at byggja garðin hjá Nólsoyar Páll, Biskupstøgarðin, uppaftur. 

Higartil er virðislønin latin til:
2013: Hanus G. Johansen
2014: Edward Fuglø
2015: Eyð Matras
2018: Steintór Rasmussen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Gunnar Thomsen um Psycho Train
201237
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Manuel Munoz um London Sessions
201235
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Andreas Forslund um Casino
201233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604