Bank Nordik konsertfyriskipari

15.02.2019 - 18:20
ListTónleikur
Bank Nordik konsertfyriskipari
Málbólkurin er ung millum 18 og 28 ár
Thurid Arge og Teitur Magnusson, starvsfólk hjá Bank Nordik, frammanfyri pallin í bankahølunum
Mynd: Leivur Thomsen  

Í kvøld kl. 20 skipar Bank Nordik fyri konsert í høruðssæti bankans í Havn. Á pall trína bólkarnir Marius og Frum. Tað serliga við konsertini er, at málbólkurin er ung millum 18 og 28 ár. Vikuskiftissendingin var á gátt at fregnast um hetta. Vit spurdu m.a. um, hvørt hetta ikki er at gera mun á fólki, tá man nú so neyvt fer út eftir einum ávísum aldursbólki. Thurid Arge, rakstrarstjóri í Bank Nordik, sigur, at, ja, tiltakið er serliga fyri hendan málbólkin, men at øll kortini eru vælkomin. Hon leggur afturat, at bankin hetta kvøldið ikki hevur nakað "bankafakligt á skránni" - endamálið er bert at skipa fyri eini hugnaløtu fyri ung við glæsiligu hølum bankans sum karmi , sigur Thurid Arge vegna Bank Nordik

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985