Landsstýrið eigur ikki at fáa lóggávuvald

Landsstýrið eigur ikki at fáa lóggávuvald
Sambærti lógarbroytingi kann landsstýrisfólkið áseta reglur um koyri- og hvílutíðir hjá teimum, sum koyra treylarar
Nú verður vøra flutt í bingjum, sum skulu koyrast til eitt nú handlar.
 
18.02.2019 - 12:55

Lóggávuvald eigur ikki at verða avreitt til landsstýrið.

Tað sigur Kommunufelagið um uppskotið um at broyta reglurnar um koyri- og hvílutíð í ferðslulógini.

Sambærti lógarbroytingini kann landsstýrisfólkið áseta reglur um koyri- og hvílutíðir hjá teimum, sum koyra treylarar, og kann gera av, at reglur um koyri- og hvílutíðir, sum danski ferðslumálaráðharrin ásetur, heilt ella partvíst skulu galda í Føroyum.

Hetta er at geva landsstýrinum lóggávuvald, sigur Kommunufelagið.

Vit í Føroyum eiga tó at byggja á reglur, sum eru gjørdar í grannalondunum, sigur felagið.

Í viðmerkingunum um lógaruppskotið stendur, at uppskotið er heimild til landsstýrismannin at seta reglur, sum taka støði í altjóða reglum, sum millum annað Danmark og onnur skandinavisk lond hava sett í gildi. 

Enn hevur landsstýrið tó ikki gjørt sær greitt, hvussu hesar reglur kunnu tillagast til føroysk viðurskifti. 

Ikki búgvið

Hetta ger, at uppskotið er ikki búgvið at senda løgtinginum, sigur Kommunufelagið.

Løgtingið hevur einki at taka støðu til annað enn at geva landsstýrismanninum heimild til í kunngerð at seta donsku reglurnar í gildi í Føroyum og møguleikan at flyta umsitingina til almennan myndugleika ella einskilda fyritøku og áseta nærri reglur um hetta. 

Kommunufelagið sigur eisini, at hoyringarfreistin er alt ov stutt.

Avleiðingin er, at málið ikki hevur fingið ta umrøðu og politiska viðgerð í Kommunufelagnum, sum slík mál vanliga fáa og eiga at fáa. 

Fyrivarni verður tí tikið fyri at koma við ískoytisviðmerkingum, tá uppskotið hevur verið fyri á stýrisfundi í Kommunufelagnum. 

Hoyringarfreistin var styttri enn ein vika.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365