Bakkafrost loyvi at ala í Hvalba

Bakkafrost loyvi at ala í Hvalba
Hvalbiar kommuna hevur á fundi samtykt at geva Bakkafrosti loyvi at ala á fjørðinum
Hvalbiar kommuna hevur givið Bakkafrosti loyvi at ala á fjørðinum, og kommunan hevur eisini samtykt at geva Bakkafrosti eitt øki á havnalagnum í Nesi til landstøð
 
27.02.2019 - 18:06

Hvalbiar kommuna hevur givið Bakkafrosti loyvi at ala á fjørðinum, og kommunan hevur eisini samtykt at geva Bakkafrosti eitt øki á havnalagnum í Nesi til landstøð.

Kommunan í Hvalba samtykti, at geva Bakkafrosti loyvi á fundi mánakvøldið, upplýsir Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba.

Hóast Bakkafrost fær atgongd til havnalagið í Nesi, so skulu tey sum hava bát liggjandi í bátahylinum, framvegis hava atgongd til økið, sigur hann.

Kunnu fáa eitt størri øki

Eftir krøvunum skal økið hjá Bakkafrosti í Nesi hegnast inni, og tað verður eisini loyvi givið til, og hevur alifyritøkan tørv á størri øki, so verður tað eisini játtað teimum, sigur borgarstjórin.

Hvalbingar eru spentir uppá nýggju vinnuna á fjørðinum, og Janus Thomsen sigur seg rokna við, at nøkur arbeiðspláss í Hvalba nú vera í alivinnuni, og tað fegnast fólk um.

Alivirksemið kann eisini hava ávirkan á aðrar vinnur, ið eru eitt nú vinnur, sum veita tænastur, og tað er bara ein fyrimunur aftrat, sigur borgarstjórin í Hvalba.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096