HB vann bæði stórsteypini

HB vann bæði stórsteypini
Bæði kvinnurnar og menninir hjá HB vunnu dystin um stórsteypið
 
03.03.2019 - 21:39

Fótbóltsárið bleiv sparkað ígongd, tá dystirnir um stórsteypini hjá kvinnum og monnum vóru á Tórsvølli í dag.

Hjá kvinnunum vann HB 7-1 á EB/Streymi/Skála. Hálvleiksstøðan var 3-0 til HB.

Heidi Sevdal skoraði trý mál fyri HB, meðan Elin Maria Isaksen og Rebekka Benbakura skoraðu tvey mál í part.

Birna Tummasardóttir Mikkelsen skoraði málið fyri EB/Streym, tá hon í seinna hálvleiki minkaði til 1-4.

Landskappingin hjá kvinnunum byrjar leygardagin.

Í fyrsta umfari tekur KÍ ímóti B36 í Klaksvík, meðan ÍF/Víkingur/B68 tekur ímóti EB/Streymi/skála.

Menninir vunnu eisini

Føroyameistarin, HB, vann á steypavinnaranum, B36, í seinna dystinum hjá monnunum.

Støðan í hálvleikinum var 0-0, men tá fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, skoraði Símun Samuelsen sigursmálið.

Alex Mellemgaard hjá B36 bleiv útvístur, tá hann fekk sítt seinna gula kort stutt fyri leiklok.

Hann kann tí ikki spæla í fyrsta umfari, har B36 møtir Skála.

Landskappingin hjá monnum byrjar um eina viku. HB skal í fyrsta umfari spæla ímóti KÍ í Klaksvík.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302