Atkvøða í løgtinginum um netið hjá SEV

Atkvøða í løgtinginum um netið hjá SEV
Vinnunevndin tosar um bæði monopol og duopol í áliti um netið hjá SEV
Netið hjá SEV er til viðgerðar í løgtinginum í dag.
 
06.03.2019 - 08:06

Løgtingið fer í dag at atkvøða um netið hjá SEV.

Undirtøka er fyri einum uppskoti til samtyktar hjá Sambandsflokkinum um at skilja netið hjá SEV frá øðrum virksemi hjá SEV, so netið verður ein sjálvstøðug eind.

Vinnunevndin hjá løgtinginum er samd um eitt broytingaruppskot, har løgtingið heitir á landsstýrið um at gera eina frágreiðing um, hvussu netið hjá SEV kann verða skilt frá hinum virkisøkinum hjá SEV, so fult gjøgnumskygni verður í, hvussu nógv netið kostar. 

Løgtingið skal eisini heita á landsstýrið um at samskipa hesa frágreiðing við arbeiðið, sum landsstýrið ger fyri at fáa sett nógv meira ferð á grønu orkuna.

Landsstýrið eigur eisini, sambært Vinnunevndina, at síggja til, at størri kapping verður um at gera og selja grøna orku.

Vinnunevndin minnir á, at Føroyar í 2030 eiga at verða riknar við varandi orku, grønari orku, burturav.

Nógv meira ferð

Nevndin sigur, at skulu vit røkka málinum í 2030, skal nógv meira ferð setast á at gera varandi orku.

Framleiðslan av grønari streymorku skal fleirfaldast, og her er brúk fyri, at øll lyfta í felag, land, kommunur, privatar fyritøkur og einstaklingar, sigur Vinnunevndin. 

Hon sigur, at vit eru nærum í einari monopolstøðu, har SEV er nógv tann størsti framleiðarin.

Og bara tvey oljufeløg eru í Føroyum, eitt duopol. Olja verður brúkt til at gera okkurt um 90 prosent av orkuni í Føroyum. Tá eru skipini tald við.

Vinnunevndin mælir til, at vit í Føroyum fáa eina, sum nevndin sigur, sunnari og effektivari kapping um orkuna.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776