Fleiri næmingar svímaðu

22.03.2019 - 19:41
Lívsstílur
Fleiri næmingar svímaðu
- sigur Tóroddur Poulsen um drúgvu løturnar við morgunsangi, tá hann gekk í skúla
Tóroddur Poulsen, skald
Mynd: Tóroddur Poulsen  

Løgtingið viðger í hesum døgum tvey uppskot hjá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í mentanarmálum og Jógvani á Lakjuni, løgtingslimi, um, at morgunsangur í fólkaskúlanum skal verða lógarkrav. Í hesum sambandi hevur vikuskiftissendingin ringt til Tórodd Poulsen, skald, fyri at spyrja, hvørja meining, hann hevur um morgunsang í skúlanum, og hvat innihaldið í hesum eigur at vera. - Sangirnir hjá t.d. Mikkjali á Ryggi eru fínir, tí teir eru væl yrktir og so deiliga naivir, men fosturlandssangirnir eru hinvegin bara reyput glansbíløt, heldur Tóroddur. Hann minnist afturá, tá hann sjálvur gekk í skúla. Mangan var tað so, at løturnar við bæði sangi og lestri vóru so drúgvar, at nøkur av børnunum bókstavliga fullu í óvit. - Tað var mangan reinur torturur, sigur Tóroddur Poulsen, sum tó heldur, at morgunsangur í sjálvum sær er fínur at hava, men hinvegin at krevja morgunsang við lóg er at fara heldur harðliga fram.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763