Hampa í Hvannhaga og fara síðani til Vágs

Hampa í Hvannhaga og fara síðani til Vágs
Tíggju av teimum 110 útlendingunum, sum koma til Føroya at rudda og hampa síðsta vikuna í apríl, skulu til Tvøroyrar og Vágs
Úr Hvannhaga
 
03.04.2019 - 12:14

Heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu skrivar, at 110 fólk koma til Føroya flaggdagin 25.apríl. Fyrst fara tey til Bíggjar, har tey verða skipað í bólkar, sum síðani verða sendir kring oyggjarnar.

Tvøroyrar kommuna er við í átakinum hjá Visit Faroe Islands, skrivar heimasíðan. Tíggju fólk í Hvannhaga at hampa gøtuna, laða upp garðar og umvæla portrið.

Arbeiðsmenn leggja lag á

Hetta er í Froðbiar partinum av Hvannhaga, og arbeiðið verður gjørt í samráði við arbeiðsmenn hjá Tvøroyrar kommunu.

Tá tey eru liðug í Hvannhaga, fara fólkini til Vágs, har tey skulu arbeiða 27. apríl. Síðani verður farið í tyrlu til Havnar, har Visit Faroe Islands skipar fyri stórari veitslu.

Tey tíggju fólkini, sum fara til Tvøroyar og Vágs, eru í aldrinum 30 til 60 ár. Tey 110 fólkini, sum koma til Føroya at rudda og hampa, fáa ókeypis uppihald her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715