Gýtingarstovnurin næstan 80 prosent størri

Gýtingarstovnurin næstan 80 prosent størri
Nógv meiri makrelur er til enn kanningar vístu í fjør heyst. Gýtingarstovnurin er 77 prosent størri enn mett í heyst, vísir nýggj kanning hjá ICES
Makrelurin er ikki í vanda kortini.
 
10.04.2019 - 12:16

Nógv meiri makrelur er til enn kanningar vístu í fjør heyst.

Gýtingarstovnurin er 77 prosent størri enn mett varð í heyst, vísir ein nýggj kanning hjá ICES.

Makrelstovnurin er sambært nýggju kanningini ikki longur í vanda.

Sannlíkt er, at ICES endurskoðar tilmæli sítt um heildarveiðuna í ár.

Men tað hendir ikki av sær sjálvum. Strandalondini noyðast at biðja um tað. Tey hava longu tosað við ICES um støðuna.

Størri stovnur

Gýtingartovnurin er nú mettur at vera 4,16 mió. tons.

Í fjør heyst varð hann mettur til 2,35 mió. tons.

ICES hevur mælt til, at heildarkvotan í ár verður 318.000 tons. Tilmælið fyri 2018 var 550.000 tons.

Strandalondini geva sær sjálvum kortini so stórar kvotur, at tær samanlagdar eru nógv størri enn tilmælið hjá ICES.

Føroyska makrelkvotan er 20 prosent minni enn í fjør. Hon er 82.339 tons í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817