Føroya Tele letur landinum 35 milliónir krónur

Føroya Tele letur landinum 35 milliónir krónur
Føroya Landsstýri fær 35 milliónir krónur av avlopinum hjá Føroya Tele í fjør í vinningsbýti.
 
30.04.2019 - 07:11

Úrslitið hjá Føroya Tele í fjør var 48 milliónir krónur eftir skatt.

Eigarin, sum er Føroya Landsstýri, fær 35 milliónir krónur av avlopinum í vinningsbýti.

Tað boðar Føroya Tele frá í skrivi.

Felagið hevði ársaðalfund í gjár.

Tekur fleiri ár at útbyggja fipurnetið

Stóra verkætlanin hjá dótturfelagnum NET at breiða fipur út í øllum landinum hevur myndað ein part av virkseminum hjá Føroya Tele í fjør.

Fyrstu kundarnir hava longu fingið fipurbreiðband, men mett verður, at ein landsumfatandi útbygging fer at taka millum 5 og 7 ár, skrivar Føroya Tele.

Í fjør valdi Føroya Tele eisini at selja eina góða helvt av ognarlutinum í Formula.

Um orsøkina at selja burturav sigur felagið, at tað í størri mun ætlar at miðsavna seg um kjarnuvirksemið.

Føroya Tele eigur framvegis ein triðing í Formula.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Serfrøðingurin: At bjálva hús
208868
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816