- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sissal bloggar: #1. partur
Hey Vinurin!
Eg fari her at greiða frá Cannes festivalinum 2019. Upplivingarnar verða lýstar frá mínum sjónarhorni, og eg fari at vera hundrað prosent loyal til alt sum hendi, og representera allan festivalin totalt hundrað prosent uttan at yvir- ella undirdríva yvirhøvur. Mítt gildi sum høvundur er uppum alt. Eg fari harafturat at nýta gott føroyskt mál, benda rætt og ikki banna.
Minnist tú meg? Eg plagdi at skriva eitt sindur til tín á blogginum ‘Slept á fjall í París’ tá eg búði í Fraklandi. Nógv er hent síðan tá. Eg eri voksin (men ikki uppeftir. Eg havi framvegis lodrættar avbjóðingar), eg fari at enda annað semestur sum sálarfrøðilesandi á Universitetinum í Keypmannahavn. Ája, og eg siti beint nú í Cannes, her eg skal ganga á reyða løbaranum sum fyrsti føroyski sjónleikari higartil.
Hvussu endaði eg her? Forbannað góður spurningur, vinurin. Eg havi spurt meg sjálva sama spurning ofta. Stutta svarið er, at eg spældi við í stuttfilminum “Ikki Illa Meint” hjá Andriasi Høgenni, og filmurin er tilnevndur tvær virðirslønir á Semaine de la Critique, sum er ein síðukapping til stuttfilmar á Cannes. Okkara filmur verður sýndur 21. mai, og síðan verða virðislønir handaðar 22. mai. Eg gleði meg meira enn Tórður Mikkelsen tá hann veit at hann skal hava samrøðu við onkran, sum hann sleppur at lyfta. Tað kenst tó sera sera løgið at vera her.
Eg eri uppvaksin á Norðasta Horni, og tá eg vaks upp, dámdi mær allarbest at stjala klæðini hjá beiggja mínum og at byggja smáttur. At skula upp tíðliga á morgni at smyrja mær og seta hár og fara í langar kjólar er so fjart frá mínum veruleika, at eg ikki kann annað enn at flenna at tí. Tá eg smekki gronina í sminkupungin, havi eg prikað meg í eygað við maskaruni oftari enn ikki, og so skjótt myndatólini eru burtur, kanst tú ætla at gamla letur seg úr høgu skógvunum og gongur berføtt.
Speaking of which, so hevur Andrias Høgenni fingið nýggjar skógvar til høvið, og tað er eitt helviti at ganga slíkar skógvar til. Andrias hevur fingið hardcore bløðrur á hælunum, og tímur sostatt, eins og eg, ikki at vera í skónum uttan so at hann skal. Herfyri skuldi hann í skógvarnar, tí vit vórðu boðin til frumframsýning til filmin “Little Joe”, og vit skuldu tískil ganga á reyða løbaranum. Har eru smáar sýningar kring alt Cannes, men til frumframsýningar á stórum spælifilmum, er man boðin at ganga á reyða løbaran uttanfyri stóra sýningshúsið, ið kallast ‘Palais’.
Navnið, ið merkir ‘prýðilig borg’, lýsir sera væl bygningin útifrá; sjálvur bygningurin er hvítur og á leið á stødd við SMS, og har er ein risastór hvít trappa, sum leiðir upp til tríggjar stórar glasdyr. Hvørjar dyr man fer gjøgnum, velst um hvar í salinum man skal sita. Tey, sum skulu upp á svalan, fara annaðhvørt gjøgnum dyrnar til høgru ella vinstru, meðan tey, sum sita mitt í salinum, ganga beint fram.
Allar dyrnar røkkast við at ganga eftir reyða løbaranum, og myndafólk standa á øllum síðum og klikka við myndatólunum so nógv og so skjótt, at eg ofta helt at allir myndamenninir mundu hava Parkinsons. Har eru strong krøv til hvussu man skal ganga á reyða løbaranum til frumframførslusýningarnar:
1) Kvinnur skulu í langan kjóla
2) Kvinnur skulu vera smurdar
3) Kvinnur skulu ganga í høgum hælum
4) Man sleppur ikki at hava taskur (viðhvørt eru undantøk)
5) Mannfólk skulu í jakkasett
6) Mannfólk sleppa ikki at vera í brúnum skóm (eg veit ikki hví. Sær brúnt ljótt út tá tað er í kontrast til reytt?)
7) Man tekur ikki myndir tá man gongur eftir reyða løbaranum (eg kom at gera hetta, og tá mátti eg næstan renna undan einum vakti, ið ætlaði at fíra meg burtur).
Áðrenn man sleppur út á reyða løbaran, skal man gjøgnum trý kanningarstøð; fyrsta staðið kannar at tú hevur rætta kort (Á Cannes fær man eitt samleikakort, ið kemur at avgera alt fyri teg á festivalinum. Vit høvdu eitt kort, ið vísti, at vit vóru partur av einum viðurkendum filmi á festivalinum, og hetta kortið gav okkum sostatt atgongd til eina rúgvu av veitslum, privatum strondum, privatum hølum … og til reyða løbaran).
Tá tú ert komin gjøgnum kort-kanningina, kemur tú til atgongumerki-kanningina. Her kanna tey um tú hevur atgongumerki til sýningina. Atgongumerkini kunnu ikki keypast, men um man hevur rætta kortið, kann man søkja um at vera boðin til sýningar. Kemur tú gjøgnum hesa kanninga, kemur tú til trygdareftirlitið, sum kannar at tú ikki ber bumbur, skotvápn, vatnfløskur ella snacks við inn í salin (og oh my god, hvør fanin hevur funnið uppá tað seinasta?
Ímynda tær at sita til ein film og bara einki eta? Eg havi aldrin áður verið í biograf og IKKI etið. Hvat fanin ger man í grundini við munnin tá man hyggur film? Eg áni tað ikki! Og hví hava tey ikki barnasetur til okkum, ið hava lodrættar avbjóðingar? Eg sá 25% av filminum ‘Orphanage’, sí mynd.)
Til allar kanningarnar hava kanningarfólkini rætt til at nokta tær atgongd, annaðhvørt um kortið hjá tær vísur at tú ikki ert ‘umráðandi’ nokk, um tú hevur skeivt atgongumerkið, ella bara um tey halda at tú sært ópassandi út. Kameramaðurin hjá okkum fekk noktað atgongd til eina sýning, tí slipsið hjá honum var ljótt. Ná, men aftur til søguna.
Andrias stóð í kø til at skula út á løbaran til frumframførsluna, og kláraði ikki longur at vera í hesum helvitis skónum. Hann var sloppin gjøgnum seinasta trygdareftilitið, og kundi sostatt ikki vísast burtur longur. Hann fór úr skónum, og gekk á leistum oman reyða løbaran. Hvussu hann megnaði at koma inn uttan at verða taklaður av eftirlitinum, er mær ein gáta. Fucking føroyingar í Cannes, also.
Tað er rættiliga stuttligt, hetta við at vit eru fyrstu føroyingarnir, sum ganga á reyða løbaranum í Cannes. Tí hetta merkir, at vit støðugt kunnu siga okkum vera “fystu føroyingarnir, sum X í Cannes”. X kann vera kul ting, sum t.d “fyrstu føroyingar sum drekka seg fullar í Champagne í backstage”, men fyri mítt viðkomandi kann tað eisini vera “Fyrsti føroyingur, sum hevur haft so ringar timburmenn, at hon mundi spýð á reyða løbaran”.
Hesi vælsignaðu kortini geva okkum atgongd til villar veitslur, og har er altíð ein rúgva at mati og rúsdrekka. Eg eri ikki stór vinurin, so eg skal bara síggja eina øl, og so havi eg longu kenning. Harafturat drekki eg ótrúliga sjáldan, so eg toli lítið og einki av. Veitslurnar í Cannes eru annað lív enn veitslur í Mimir (men Mimir var eisini frálíkt - #BringMimirBack2K19 #VitViljaHavaMammusa).
Í Cannes veitslunum standa kokkar klárir um náttina, og teir diska upp við crepes, burgarum, creme brulée, smáar rættir, tapas, patisseries etc. Og har eru altíð 4 fríar barrir; barr uttan rúsdrekka (hon er altíð tóm), vínbarr, ølbarr og cocktailbarr. Fyri mítt viðkomandi er alt hetta sera vandamikið - ikki so nógv við rúsdrekka, tí eg drekki í grundini sera sjáldan. Men frí buffet!! Tá fer lillemor all in.
Eg skal smakka alt, og helst tvey ella trý av øllum. Míni kvøld hava sostatt verið ein taktisk umferð millum matstøðirnar. Undir einari slíkari umferð varð eg steðgað av einum franskmanni, sum spurdi meg um eg visti hvar hann kundi fáa coke. Eg leiddi hann yvir til sodavatnsbarrina, og ikki fyrr enn hann hugdi løgið at mær, skilti eg at hann nokk ikki meinti coca cola. Fucking føroyingar í Cannes.
Morgnarnir við timburmonnum er harðir, og serliga tá man skal tíðliga upp at rigga seg til at fara á reyða løbaran. Andrias og eg vóru boðin til eina slíka sýning, og eg megnaði at koma oman løbaran, inn í salin, og eg sá akkurát 3 minuttir av filminum, áðrenn eg mátti leypa út. Eg haldi, at eg eri fyrstu føroyingurin ið hevur spýð á vesinum í Palais í Cannes. Brad Pitt, Quentin Tarantino og Leonardo DiCaprio vóru í sama sali nakrar tímar frammanundan, so kanska havi eg spýð á sama ves sum teir (tí teir hava allarhelst eisini ballast).
Cannes túrurin higartil hevur sum sagt verið ótrúligur, men eisini so ræðuliga fjarur frá veruleikan heima. Hetta er veruliga ein heilt onnur verð, og fólk vilja eyðsýniliga fegin vera partur av henni. Fólk, sum ikki eru boðin á Cannes festival, og sostatt ikki hava “røttu kortini”, stilla seg í fínasta puss frammanfyri reyða løbaran tíðliga á morgni, og taka fram skelti, har tey skriva “DES TICKETS SVP” ella “INVITATIONS SVP” (Svp = s’il vous plait, ‘please’).
Fólk, sum eru boðin, fáa sum áður nevnt bjóðað atgongumerki til filmarnar, og fólk ið ikki hava atgongumerki stilla seg longu kl 7 um morgunin uttanfyri biografin við skeltum, og vóna at tey sleppa inn við onkrum - akkurát sum føroyingar gjørdu á Káta Horninum á sinni.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. | |
Ein hjálpandi hond til Bv3 | Ein lítil hjálp frá einum Bv3 skrivara til annan. |