Føroysk mentan og list í Kanada um tvey ár

Føroysk mentan og list í Kanada um tvey ár
Næsta stóra norðurlendska mentanartiltakið verður í Kanada á vári 2021
Randi Samsonsen hevur verið við fyri Føroyar á norðurlendskum mentanartiltaki.
 
01.06.2019 - 16:05

Næsta stóra norðurlendska mentanartiltakið verður í Kanada á vári 2021. Tað hava mentamálaráðharrarnir í Norðurlondum, teirra millum er Høgni Hoydal, landsstýrismaður, avgjørt.

23 støð vildu hava stóra norðurlendska mentanartiltakið næstu ferð. Átta støð vóru til umrøðu. Úrslitið gjørdist Kanada.

Føroyar við

Undanfarin ár hava stórbýir sum London og Washington hýst stóru felags norðurlendsku mentanartiltøkunum. Har hava eisini føroyingar verið við. Føroyingar vera somuleiðis við í Kanada.

Endamálið við hesum felags norðurlendsku mentanarátøkunum kring heimin er at styrkja samspælið millum norðurlendsku mentanargeirarnar og umheimin, at vísa umheiminum norðurlendska mentan og skapa meirvirði fyri listafólkini, sum eru við. 

Í Kanada um tvey ár verður dentur serliga lagdur á list, sum hevur ein burðardyggan vinkul og á listafólk, sum kanna burðardygd í teirra arbeiði og hava ein málsetning um at arbeiða CO2-nevtralt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV