Vágs Kommuna farin úr Suðuroyar Musikkskúla

Vágs Kommuna farin úr Suðuroyar Musikkskúla
Vágs Kommuna hevur stovnað egnan musikkskúla
mynd: www.sumus.fo
 
29.06.2019 - 14:20

Øll Suðuroyggin hevur verið skipað í ein musikkskúla, Suðuroyar Musikkskúli. Tíðliga í mai mánaði søkti Suðuroyar Musikkskúli eftir nýggjum leiðara til skúlan, eftir at setanarskeiðið hjá núverandi leiðara, var um at verða runnið.

Nevndin fyri Suðuroyar Musikkskúla kom fyrst í juni sína innstilling til leiðarastarvið til tær sjey kommunurnar í Suðuroyggini at taka støðu til. Men enn er - at síggja til, eingin settur.  

Nú hevur Vágs Kommuna tikið seg úr samstarvinum, og valt at stovna egna musikkskúla. Í stuttari viðmerking til málið, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs Kommunu, at tey hava sæð eina afturgongd í Suðuroyar Musikkskúla seinastu árini.

Tey hava roynt at fingið ymiskt viðurskifti í lag soleiðis, at musikkskúlin kom upp á hóskandi støði., hetta uttan eydnu. Tí hava tey valt at skipa egnan musikkskúla, sum fer at hava tætt knýtti til dagstovna- og skúlaøki og tónleikaumhvørvið í Vági.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687