Bretland kann vænta hevndaratsókn

Bretland kann vænta hevndaratsókn
At Bretland legði hald á eitt iranskt oljutangaskip í Gibraltar, hevur fingið ilt í prestastýrið í Teheran.
Mynd: savnsmynd  
 
06.07.2019 - 15:49

Bretland eigur at óttast aftursvar úr Teheran, tí bretski herflotin í Gibraltar herfyri legði hald á eitt stórt iranskt oljutangaskip.

Tað skrivar Reuters, sum endurgevur ein iranskan prest, sum tíðindastovan Fars hevur tosað við.

- Eg sigi bart út, at Bretland skal ræðast revsiatgerð fyri ólógliga haldið, sum varð lagt á iranska oljutangaskipið, sigur Mohammad Ali Mousavi Jazay-eri, sum er partur av ráðandi prestastættini í Iran.

- Vit hava víst, at vit ongantíð tigandi lata okkum kúga. Okkara reaktión til amerikansku dronuna var óvikilig, og á sama hátt fer hóskandi aftursvar at koma úr Iran til hetta ólógliga átakið, sigur presturin.

Brot á ES tiltøk ímóti Sýria

Bretski herflotin legði hósdagin hald á risastóra oljutangaskipið Grace 1, tí Bretland sigur, at skipið hevði kós móti Sýria við oljuni, og at tað er brot á tiltøkini, sum ES hevur sett í verk.

Hetta spann øði í í Teheran, sum frammaundan er í opnum stríði við USA.

Iran skeyt eina amerikanska dronu niður 20. juni, sum iranarar siga var í iranskum loftrúmi. USA sigur hinvegin, at dronan var í altjóða øki. 

Í gjár hótti ein yvirmaður í iransku kollveltingar-verjuni at taka eitt bretskt skip sum hevnd fyri, at bretar løgdu hald á Grace 1.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. apríl
Orðaval #35: Móðurmálsdagurin
207393
Mikudag 22. apríl
Morgunlestur mikudagur 22.apríl 2026
207136
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325