Fleiri sendingar verða bodnar út alment

Fleiri sendingar verða bodnar út alment
Kringvarpið bjóðar fleiri sendingar út til fríyrkisfólk ella framleiðslueindir uttan fyri húsið at framleiða til vetrarskránna 19/20
 
07.07.2019 - 21:35

Talan er um dokumentarsendingar, ungdómstilfar, undirhaldssending til sjónvarpið og tónleikasendingar í útvarpinum.

 

Útbjóðing

Sendingarnar, ið verða bodnar út í hesum umfari, eru:

  • gospelsending í útvarpinum.
  • fimm MONO tónleikasendingar í útvarpinum.
  • tónleikasending í útvarpinum ið spælir nýggjan tónleik.
  • ungdómsdokumentar til sjónvarp.
  • sjónvarpsundirhaldssending.
  • dokumentarsendingar í sjónvarpinum.

Sendingin Pressan varð boðin út til vetrarskránna 19/20, og avtala er gjørd við Øssur Winthereig um at framleiða ta sendingina.

 

Trýst HER fyri at síggja útbjóðingartilfari.

 

Public service sáttmálin

At Kringvarpið bjóðar sendingar út er í tráð við public service sáttmálan, har tað stendur í §5.1.5 at: Kringvarpið eigur at hava eitt opið og skipað samstarv við framleiðslueindir uttan fyri stovnin, bæði feløg og einstaklingar. Stovnurin eigur í ávísan mun at bjóða framleiðslur út og keypa lidnar framleiðslur og konsept.

Eftir ætlan verða fleiri sendingar bodnar út í heyst og í vár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375