Tvey gullmerki á fyrsta degnum

bannari
Tvey gullmerki á fyrsta degnum
Samanumtøka av fyrsta oyggjaleikadegnum í Gibraltar, har Føroyar hava vunnið tvey gullheiðursmerki
Mathias Dimon Næs
Føroyar vunnu tvey gullmerki á fyrsta degnum á Oyggjaleikunum 2019
07.07.2019 - 23:09

Tíðliga í morgun byrjaði triatlon kappingin, og har løgdu Føroyar hart út, tá Súsanna Skylv Sørensen vann gull. 

Um middagsleitið var hitt gullmerkið hjá Føroyum veruleiki, tá Marius F. Joensen og Tórur Fløtt vunnu gull í liðkappingini í skeet. 

Tað var eisini í dag, at kurvabóltslandsliðið tapti 79-75 fyri Jersey í einum dysti, har Føroyar vóru omaná ein stóran part av tíðini.

Tað gekk tó ikki, og Føroyar endaðu við at tapa, men hetta var besta úrslitið hjá liðnum á Oyggjaleikunum nakrantíð, og eitt stórt framstig samanborið við undanfarnar leikir. 

Í býarkoyringini í súkkling gekk ikki sum ætlað. Føroyar fingu eitt fimta pláss í liðkappingini, og somuleiðis bleiv Dávur Magnussen eisini nummar fimm, og tað var eitt vónbrot, tí súkklararnir høvdu ætlað sær meira. 

Í longdarlopi bleiv Elisabeth Holm Simonsen nummar átta, meðan Edna M. Debes endaði á 14. plássi.

Nógv á skránni í morgin

Á øðrum degnum á Oyggjaleikunum er nógv á skránni. 

Badmintonlandsliðið er í hálvfinaluni í liðkappingini og skal spæla móti Guernsey, sum vann gull í Gotlandi fyri tveimum árum síðani. 

Hálvfinalur eru í bæði 100 metrum renning hjá kvinnum og í 200 metrum hjá monnum, og í morgin spælir føroyska kurvabóltslandsliðið móti Guernsey. 

Judokappingarnar byrja eisini í morgin, og tær halda fram til og við hósdagin og eru allan dagin. 

Í skjóting er finala í liðkappingini í trap, og í borðtennis eru fjórðingsfinalurnar í liðkappingini. 

Tað er eisini í morgin, at svimjikappingarnar byrja. Innleiðandi umførini verða fyrrapartin, og finalur frá klokkan 17.00 føroyska tíð næstu fýra kvøldini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303