Seks verkætlanir um umhvørvi býta 400.000 krónur

Seks verkætlanir um umhvørvi býta 400.000 krónur
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur býtt tær 400.000 krónurnar, sum eru til at stuðla umhvørvisverndartiltøkum í ár
Tjóðsavnið og Havstovan hava fingið 300.000 krónur til at telja fuglar
 
29.07.2019 - 11:05

Tjóðsavnið og Havstovan fáa 300.000 krónur til fuglateljingar í Ramsar-oyggjum og aðrastaðni.

Fróðskaparsetrið fær 50.000 krónur til verkætlan um, hvussu føroyskar kommunur fyrireika seg til veðurlagsbroytingar.

Ringrás fær 15.000 krónur til ein stuttfilm um strandarudding. Cowi og Umhvørvisstovan fáa 15.000 krónur til eina royndarverkætlan um at kortleggja náttúru við dronu.

Fuglafrøðifelagið fær 10.000 krónur til at senda fólk á norðurlendskan Birdlife fundi og FNU fær 10.000 krónur til umhvørvisverkætlanir og samstarv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025