Fleiri og fleiri flúgva

Fleiri og fleiri flúgva
Nógv ferðsla er á flogvøllinum í Vágum
Til 1. august vóru ferðafólkini knappliga 250.000
 
15.08.2019 - 08:05

Til 1. august vóru ferðafólkini knappliga 250.000. Tey vóru 249.887 í tali. Vøksturin er 12,7 prosent samborin við ferðafólktalið til 1. august í fjør.

3.233 fráferðir og komur vóru á flogvøllinum til 1. august. Flogførini taka fleiri ferðafólk nú, so tann vøksturin er bara 0,9 prosent.

Í juli vóru ferðafólkini 63.788. Tann vøksturin er 16,2 prosent. Tá vóru komurnar og fráferðirnar 692,22 í miðal um dagin. Hetta eru 20,8 prosent fleiri enn í juli í fjør.

Samstundis sum ferðafólkini gerast fleiri og fleiri, er farmurin og posturin, sum verður fluttur við flogfari, minni nú enn undanfarin ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815